G! stjórin um Summarfestivalin

G! og Summarfestivalurin eru teir báðir størstu festivalarnir í Føroyum. Les her hvat stjórin á G! heldur um festivalin í Klaksvík.

Janus Rasmussen er stjóri í G! festivalinum.

 

- Vit hava øgiliga gott samstarv við Summarfestivalin. Tey fáa nøkur atgongumerki frá okkum og vit frá teimum, sigur G! stjórin.

 

- Um man vil tað ella ei, so hava vit fleiri felags áhugamál, sum vit samstarva um, sigur Janus, og leggur hann somuleiðis dent á, at samstarvið gerst betri og betri fyri hvørt ár.

 

Man sleppur ikki rundanum, at tað eru stórir munir á festivalunum báðum.

 

- Størsti munurin á festivalunum er, at hesin er eitt sindur meira líka til. Tað skal skiljast á tann hátt, at Summarfestivalurin er meira fólksligur, har hann koyrir upp á tað kenda. Tey megna eitt nú altíð at fáa kend nøvn at spæla.

 

- Á G! royna vit hinvegin at leita eftir tí, sum er nýtt og uppgangandi. Vit leggja okkum eftir at geva okkara gestum nýggjan tónleik, sum tey ikki kendu frammanundan, sigur Janus.

 

Báðir festivalarnir hava sambært Janusi sínar styrkir.

 

- Styrkin hjá Summarfestivalinum er, at teir hvørt ár klára at draga stór høvuðsnøvn. Í ár høvdu tey faktist trý stór høvuðsnøvn.

 

- Okkara styrki er hinvegin karmarnir. Tá hugsi eg um bygdina, sandin og sjógvin, sum skapa ein heilt serligan stemning, sum er torførur at fáa aðrastaðni, sigur Janus.

 

Janus er eisini varugur við, at aldursbólkarnir á festivalunum eru ymiskir.

 

- Á Summarfestivalinum eru tey væl eldri enn á G!, og tað er satt at siga eitt, sum eg ikki skilji. Skráin á G! leggur seg eisini eftir tilkomnum, men kanska er tað okkurt søguligt, har G! á sinni byrjaði sum ein slags ungdómsfestivalur.

 

Hvar eru báðir festivalarnir um 10 ár?

 

- Eg ivist ikki eina løtu í, at báðir festivalarnir fara at vera til. Eg skal ikki úttala meg um Summarfestivalin, men G! hevur vónandi styrkt um sína kjarnu og er vorðin ein altjóða festivalur, sigur stjórin á G! at enda.