Góð staðseting á fiskivinnumessu

Sum vit áður hava hoyrt, var heimsins størsta sølumessa - European Seafood Exposition - í Brússel í síðstu viku. Flestu stóru fyritøkurnar innan fiski- og alivinnu í Føroyum sýndu fram á føroyska landabásinum umframt nakrar smærri fyritøkur.

Aftur í ár vóru føroysku fyritøkurnar saman um ein landabás, sum Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni skipaði fyri. Seinastu mongu árini hevur hetta verið leisturin, og fyritøkurnar hava verið væl nøgdar við hetta.

Vinnuhúsið veit at siga, at føroyski landabásturin hevur havt eina sera góða staðseting á messuni, tí Føroyar hava verið við síðan einaferð í nítiárunum.

Hetta merkir, sigur Vinnuhúsið, at føroyski básurin er í somu høll, sum høvuðsinngongdin til messuna er.

- Hetta gevur fleiri vitjandi og góða eksponering á messuni.

European Seafood Exposition er heimsins størsta sølumessa innan sjógæti. 25.600 keyparar, veitarar, fjølmiðlafólk og onnur úr sjógætisvinnuni úr 140 londum vóru nevniliga við á messuni í 2012.

- Í ár vóru hesar føroysku fyritøkurnar við á messuni, Bakkafrost, North Pelagic, Fiskamarknaður Føroya, Rainbow Seafood, Varðin Pelagic, Faroe Origin, PRG, HiddenFjord, Landshandilin, JFK, ORCA og Promote Faroe Islands.

Á myndini, sum Vinnuhúsið hevur sent okkum, sæst eitt "horn" av føroyska landabásinum í ár.