GÍ staðfesti luttøkuna

GÍ tryggjaði sær framhaldandi luttøku í kappingini um Løgmanssteypið, tá teir vunnu stórsigur móti tvørámonnum

 

GÍ-TB 7-1 (2-0)


Løgmanssteyp


Gøtumenn vistu undan dystinum móti TB, at ein sigur helst fór at bera víðari luttøku í kappingini við sær, og tað var eisini júst hetta, sum teir fingu butur úr dystinum.

Eftir at hava vunnið 7-1 í dystinum á Tvøroyri, endurtøku gøtumenn sigurin við júst sama málmuni, og staðfestu samstundis, at stórur munur er á liðunum í teimum báðum bestu deildunum.

Fyri GÍ gjørdi Helgi L. Petersen trý mál, meðan Poul H. Jacobsen, Óli Hansen, Sámal Joensen og Áslakur R. Petersen skutu eitt mál hvør. Einsamalla málið hjá TB skeyt Kaj Roest.