Hondbóltssamband Føroya og venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Ágúst Jóhannsson, eru komin ásamt um at enda samstarvið. Korona-støðan hevur gjørt tað trupult hjá venjaranum at vera um landsliðið, nú fyrireikingarnar til komandi HM-undankappingina skulu byrja í summar. Saman við Ágústi fer Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari, eisini úr starvi, skrivar Hondbóltssambandið.
Ítróttarliga leiðslan í HSF viðmerkir, at Ágúst og Sophus hava megnað at lyft liðið upp á eitt hægri stig og hava úrslitini í farnu HM- og EM-undankapping verið nøktandi, liðið vann millum annð ein HM-undandyst móti Litava.
Águst Johannsson viðmerkir, at tað hevur verið ein góð tíð, sum venjarin hjá kvinnunum. Tað eru nógvir góðir ungir føroyskir leikarar og ynski eg øllum góðu eydnu í framtíðini.
Leiðslan í HSF ásannar, at tørvur er á einum venjara, sum skal vera búsitandi í Føroyum og harvið kann vera tættari at liðinum. Tað verður mett, at hetta er tað rætta í løtuni, tá talan er um eitt sera ungt landslið, sum er í einari uppbyggingarfasu. Ungdómslandsliðini hjá HSF telja fleiri evnaríkar spírar og er ynskiligt, at landsliðvenjarin kann fylgja teimum nærri.
- HSF takkar Ágústi og Sophusi fyri samstarvið og nú verður nú farið undir at seta nýggjar venjarar.
Julian Johansen, sum er venjari í HSF, kemur fyribils at vera virkandi venjari fyri tíðarskeiðið mai, juni og juli.