G! spældi væl av í gjár

Hóast hóskvøldið á G! byrjaði við vindi og regni, og harvið ongum tónleiki, eydnaðist at fáa eina konsertskrá at rigga seinni á kvøldi, og kvøldið spældi sum heild væl av. Klokkan 17 skuldi skráin byrja, men millum 17 og 19 var rættiligt ódnarveður, tjøld fóru á flog, og stóri pallurin var meira ella minni riggaður av.

Ongin tónleikur kundi byrja og G! var sum heild í bíðistøðu. Men klokkan 21 komu boð um, at klokkan 22 fóru bólkar á pall á Spæliplássinum. Og G! hevði eina skrá við 4 bólkum, og hetta riggaði væl.

Grundin, har DJ tónleikur er, helt á sum ætlað.

Lagið var gott á fólki alt kvøldið og klokkan 22 var veðrið gott og konsertirnar, sum vóru, riggaðu væl.

Nøvnini, sum ikki komu á pall í gjár, verða ætlndi partur av skránni í dag. Í øllum førum varð sagt í gjár, at Týr og Froðbiar Sóknar Bluesorkestur fara á pall í dag.

Tey, ið fegin vlja hoyra okkurt av hesum nøvnum, gera óivað rættast í at fylgja við í, um broytingar eru í skránni.

Hóast baldruta byrjan, spældi væl av á G! í gjár og fólk hugnau sær óført.