Góð snelluveiða á Føroyabanka

Um slík veiða, sum snellubátarnir høvdu á Føroyabanka í fjør, hevði verið fingin á Norðhavinum í bestu vártíð, hevði hetta nærmast verið rokfiskiskapur. Svarið, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, gav Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um snellufiskiskap á Føroyabanka í fjør, er ikki sørt áhugavert.

Kári spurdi landsstýrismannin, hvussu fiskiskapurin hjá snellubátunum á Føroyabanka hildnaðist í 2010.

Í eini uppgerð, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur gjørt, og sum Jacob Vestergaard legði við svarinum, sæst, at miðalveiðan hjá snellubátum í bólki 5A var 2.954 pund fyri hvønn dagin.

Miðalveiðan hjá snellubátum í bólki B var 1.422 pund.

Um slík veiða varð fingin á Norðhavinum í bestu vártíð, hevði hetta nærmast verið rokfiskiskapur.

Fiskifrøðin er annars sannførd um, at toskastovnurin á Føroyabanka er rættiliga illa fyri. Kortini hevur Jacob Vestergaard loyvt eini ávísari snelluveiði fyri betri at kunna fylgja við gongdini á Bankanum.

Yvirlitstrolingarnar hjá Havstovuni vísa, at toskastovnurin á Føroyabanka veruliga er illa fyri.

Árið 2003 var eitt sera gott ár hjá skipum og bátum á Føroyabanka, og júst hetta árið vístu yvirlitstrolingar hjá Magnusi Heinasyni, at talið av toski fyri hvønn troltíma var 2.321.

Talið fyri hvønn troltíma í 2011 og 2009 var ávikavist 147 og 151 toskar.

Miðaltalið av toski fyri hvønn troltíma í yvirlitstrolingum hjá Magnusi Heinasyni árini 1996-2010 er 925 toskar.

Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at veiðan hjá snellubátum á Føroyabanka í fjør var so góð, tá fiskifrøðin annars metir, at stovnurin er so ila fyri.