Eingin veit enn nakað at siga frá gásaflokkinum, sum hvarv úr Havnardali um vikuskiftið Tað var sunnumorgunin, at maðurin, sum hevði eitt gásapar við tíggju ungum gangandi í Havnardali, varnaðist, at fuglarnir vóru horvnir.
Hann hevur leitað, men ongar gæs funnið. Tíðindini komu í miðlarnar, og fólk hava ringt til politiið og sagt frá gásum, tey hava sæð, men tað vóru ikki gæsnar úr Havnardali.