G!: Sleppa inn á økið klokkan seks

Niðurteljingin er byrjað. Klokkan seks í kvøld slappa fólk inn á tjaldingarøkið á G!, og tá er stórur áhugi at fáa tey bestu plássini. Vanliga savnast yvir túsund tjaldarar út á seinnapartin í Gøtu, áðrenn dyrnar til tjaldingarökið verða latnar upp kl 18.00.

 

Myndin er frá í fjør, tá nýggja tjaldingarøkið í Norðragøtu varð roynt fyrstu ferð. Sum heild vóru tjaldararnir væl nøgdir við økið, og tí eru fyrireikararnir glaðir fyri at kunna bjóða sama øki aftur í ár.

 

Annars er endaliga skráin fyri G! løgd, og hana kanst tú síggja her:

www.gfestival.com/fileadmin/myndir/2013/G_2013_skra.pdf