Gíslatøkan liðug

Algerska blaðið El Watan skrivar, at herurin er liðugur við átakið ímóti yvirgangsmonnunum, sum høvdu tikið fleiri hundrað gíslar á einum gassverki har eysturi í landinum. Blaðið skrivar, at herurin hevur skotið 11 yvirgangsmenn, og at sjey gíslar eru funnir avrættaðir.

Reuters skrivar frá lokalum keldum, at 16 útlendskir gíslar eru bjargaðir á lívi, teirra millum tveir amerikanarar, tveir týskarar og ein portugisi.

Sambært keldunum er óvissa um 30 gíslar. Teir norsku myndugleikarnir siga, at teir kenna framvegis ikki lagnuna hjá seks norðmonnum, sum vóru millum gíslarnar, og bretski uttanríkisráðharrin, William Hague, sigur, at bretsku myndugleikarnir bíða eftir upplýsingum um nakrar bretar. Talið er niðan fyri 10, sigur hann.

Algerskir fjølmiðlar siga, at myndugleikarnir har fara at halda tíðindafund seinni í dag um støðuna.