Myndugleikarnir í Algeria siga nú, at gíslatøkan í síðstu viku kravdi væl fleiri mannalív enn fyrr hildið.
Fyrr hava myndugleikarnir sagt, at 32 gíslatakarar og 23 algerar og útlendingar doyðu, og at teir flestu av teimum 23 vóru gíslar. Men í gjár kom fram, at hermenninir høvdu funnið 25 lík inni á gassverkinum, og í gjárkvøldið søgdu algerskar trygdarkeldur við Reuters, at 48 algerar og útlendingar hava latið lív.
Fimm norðmenn og tríggir bretar eru ikki komnir afturíaftur, og harafturat er óvissa um fólk úr eitt nú Japan, Fraklandi, Malaysia og Filipsoyggjunum. Statoil almannakunngjørdi í gjárkvøldið nøvnini á teimum fimm norðmonnunum.










