Gíslatøka í týskum banka

Júst sum ein deild hjá Deutche Bank í Berlin skuldi lata aftur seinnapartin, kom ein maður inn, og har hevur hann tikið eitt av starvsfólkunum gísla og hóttir við at spreingja bankan í luftina.

Løgreglan hevur kringsett húsini, sum bankin er í. Hon hevur tosað við gíslatakaran í telefon, og sambært talsmanninum hjá løgregluni hevur maðurin kravt at fáa eina stóra pengaupphædd og frítt at fara.

Blaðið Bild Zeitung skrivar á sínari heimasíðu, at tað eydnaðist umleið 20 starvsfólkum at flýggja út ígjøgnum bakdyrnar, tá maðurin kom inn í bankan.