Ein gíslatøka í irakska býnum Tikrit í dag hevur kravt í minsta lagi 41 mannalív, og næstan fólk eru særd. Tilburðurin byrjaði, tá vápnaðir menn tóku seg inn í høvuðsskrivstovuna hjá teimum lokalu myndugleikunum og tóku fleiri starvsfólk gíslar. Frammanundan hevði ein sjálvmorðsbumbumaður sprongt seg í luftina við dyrnar, soleiðis at felagar hansara kundu sleppa inn.
Irakska køgreglan sigur, at álopsmenninir vóru vápnaðir við hondgranatum og skotvápnum.
Løgreglan kringsetti skrivstovubygningin, og tá gíslatakararnir sýttu fyri at lata gíslarnar leysar, valdi løgreglan at leypa á. Sambært týsku tíðindastovuni doyðu í hvussu er tveir løgreglumenn.
Tikrit, sum er einari 160 kilometrar norðan fyri Bagdad, var heimbýur hjá gamla einaræðisharranum Saddam Hussein, og sunnimuslimar hava ofta skipað fyrio álopum har.