Ein vápnaður 15 ára gamal drongur í amerikanska statinum Wisconsin valdi at skjóta seg sjálvan, tá løgreglan herjaði á eina skúlastovu, har drongurin hevði tikið 23 aðrar næmingar og ein lærara gíslar.
Løgreglan sigur, at drongurin skeyt tvey ella trý skot, áðrenn løgreglumenninir komu inn í skúlastovuna. Tað vísti seg, at hann hevði roynt at beina fyri sær. Sagt verður, at tann 15 ára gamli varð fluttur á sjúkrahús alt fyri eitt.
Sambært løgregluni var tann 15 ára gamli drongurin einsamallur um gíslatøkuna, sum vardi fimm tímar.
800 næmingar ganga í skúalnum, sum er í býnum Marinette.