Tað eydnaðist í morgun afghonskum stjórnarhermonnum at fría millum 35 og 40 fólk, sum menn úr Taliban tóku gíslar á einum hotelli í høvuðsstaðnum Kabul í gjárkvøldið.
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at minst seks fólk hava latið lív. Talan er um tríggjar vaktarmenn, ein løgreglumann og tveir av álopsmonnunum. Afghanska løgreglan sigur, at álopsmenninir vóru vápnaðir við hondgranatum og tungum vápnum, og at minst ein sjálvmorðsbumbumaður var teirra millum.
Taliban hevur átikið sær ábyrgdina av álopinum. Rørslan sigur, at hon hevur søkt at tveimum hotellum, men myndugleikarnir hava bara váttað eitt álop, skrivar AFP.
Nógvir útlendingar plaga at gista á hotellinum, sum varð álopið.