Tey fýra fólkini, sum vórðu tikin gíslar í einum banka í franska býnum Toulouse í dag, eru sloppin leys, og gíslatakarin er tikin. Tað skrivar franska tíðindastovan AFP.
Sagt verður, at servandir franskir hermenn tóku seg inn í bankan og fríaðu gíslarnar, og at gíslatakarin bleiv særdur undir átakinum.
Fronsku fjølmiðlarnir siga, at maðurin var farin í bankan, har hann kravdi at fáa pengar. Tá starvsfólkini ikki vildu lata hann fáa pengarnar, tók hann eina skammbyrsu fram og tók deildarleiðaran og trý starvsfólk gíslar.










