Tað var burturflytingin, sum fekk Ísrael at leypa á Hizbollah-støðir í Suðurlibanon, men undir krígnum eru teir báðir hermenninir valla tiknir upp á tunguna. Nú kríggið er av, krevur ísrael at fáa menninar beinanvegin.
-Eftir tí, sum vit hava fingið at vita, eru báðir menninir á lívi og hava tað gott, segði ísraelski varaforsætisráðharrin, Shimon Perez, í Washington í gjár.
Í ST-samtyktini, sum gjørdi enda á bardøgunum í Libanon, stendur, at Hizbollah skal lata teir báðar hermenninar leysar alt fyri eitt, men tað er ikki hent enn. Ísraelski uttanríkisráðharrin, Tzip Livni, tulkar tað, sum at Hizbollah hevur brotið avtaluna um vápnahvíld.
-Vit mugu tryggja okkum, at hermenninir verða latnir leysir beinanvegin og treytaleyst. Tað er klárt brot á vápnahvíldaravtaluna, at teir ikki eru komnir aftur enn, sigur hon við Reuters.
Ágangur
Ísraelska stjórnin hevur verið fyri hørðum ágangi undir krígnum í Libanon, tí fleiri eru misnøgd við, at tað var so torført hjá herinum at basa Hizbollah. Í Washington bleiv Shimon Peres spurdur um hetta.
-Ísrael er eitt demokratiskt land, og slíkar atfinningar eru ein partur av demokratisku skipanini. Tað kemur tí ikki óvart á meg, at fólk finnast at okkum, men eg vænti, at stjórnin fer at klára ágangin, segði varaforsætisráðharrin.
Ísraelska stjórnin hevur longu sett eina nevnd at kanna kríggið í Libanon. Í nevndini eru millum annað tveir fyrrverandi generalar, og teir skulu kanna, um ísraelska hervaldið var nóg væl fyrireikað til kríggið við Hizbollah.
Iran rindar
Í Suðurlibanon er Hizbollah farið undir at rudda og at endurbyggja tað, sum bleiv oyðilagt í teimum ógvusligu ísraelsku loftálopunum. Tað hendir, eftir at Hizbollah-leiðarin, Hassan Nasrallah, hevur sagt, at felagsskapurin fer at endurreisa tey bústaðarhúsini, sum vórðu løgd í oyði undir krígnum, og at felagsskapurin eisini fer at lata fólki pengar fyri húsaleigu tað fyrsta árið. Tá Ísrael bumbaði støðir hjá Hizbollah í 1996, umvældi felagsskapurin umleið 5.000 sethús, og 2.300 bøndur fingu endurgjald fyri mista grøði.
Hizbollah hevur ikki pengar til eitt so umfatandi endurbyggingar- og hjálpararbeiði, men sambært tingliminum Nehme Y. Tohme er tað Iran, sum rindar útreiðslurnar.
-Iran hevur lovað Hizbollah eina óavmarkaða upphædd til arbeiðið, sigur hann við The New York Times.
Lata ikki vápnini
frá sær
Libanska stjórnin samdist í gjár um at senda stjórnarherin til Suðurlibanon at hjálpa ST-hermonnunum, tá teir koma hagar, men stjórnin kundi ikki semjast um at taka vápnini frá Hizbollah.
Ali Hassan Khalil, sum er tjóðartingslimur hjá Hizbollah, sigur við Reuters, at Hizbollah er sinnað at virka fyri friði í Suðurlibanon, og at felagsskapurin er til reiðar at góðtaka eina neyðsemju við stjórnina.
Ein loysn kann vera, at limirnir í Hizbollah sleppa ikki at bera vápn, og at felagsskapurin sleppur ikki at brúka sínar støðir til at skjóta rakettir inn í Ísrael. Afturfyri sleppur felagsskapurin at varðveita sínar vápnagoymslur í Suðurlibanon.
-Tað kemur ikki upp á tal, at vit skulu lata vápnini frá okkum, sigur Ali Hassan Khalil.