Gíslarnar eigur Helena 100%

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í m.ø. almannamálum hevur ein sera løgnan arbeiðshátt. Tá mál verða viðgjørd í tinginum, plagar hon at senda onkran floksfelaga upp at siga eitthvørt, henni til verju, og nú hevur hon so eisini fingið Jan A. Joensen, formann í Norðoyar Sjálvstýrisfelag at leggja navn til verjurøðu. Verjurøðan, talan er um, er grein í bløðunum 29. desembur 1999, og snýr hendan seg um, at tað eru Páll á Reynatúgvu og undirritaði, sum eru atvoldin til, at pensionistarnir hava verið fyri skerdan lut, nú stundar til bæði nýggja øld og nýtt túsundár. Sama landsstýriskvinna nýtti eisini høvi í Degi og Viku 28. desembur sama ár at fortelja Føroya fólki, at tað er meirilutin í Trivnaðarnevndini, og ikki landsstýriskvinnan, sum er atvoldin til, at pensiónirnar ikki vórðu útgoldnar fyri jól.

Helena sigur ósatt

Lat meg siga tað beinanvegin. landsstýrismaðurin sigur beinleiðis ósatt, og hon ger tað fullt medvitað. Tað er bert ein persónur her í landinum, sum hevur ábyrgdina av, at pensiónirnar ikki komu út fyri jól, og tað er Helena Dam á Neystabø.

Trivnaðarnevndin eftirlýsti ásetingarlógina longu í mars 1999, tá lóg um almannapensiónir varð løgd fram. Ja, tað varð enntá greitt boðað frá av anstøðulimunum í nevndini, at tað var óðamannaverk at samtykkja pensiónslógina uttan sastundis at samtykkja ásetingarlógina. Og ikki kann sigast annað, enn at tað var óðamannaverk. Men sum ikki einaferð, so bedýraði landsstýriskvinnan, at ásetingarlógin var ávegis í tingið, og hetta lat meirilutin í Trivnaðarnevndini sær lynda. Men eisini í hesum føri vóru lyfti landsstýriskvinnunar bert tóm orð, og ástingarlógin kom ikki í tingið fyrr enn seinast í novembur. Sum eitt tunt og piða uppskot. Uppskotið um ásetingarlógina var so ófullfíggjað, sum tað kundi vera. Ongar grundgevingar, ongi dømi og ongin var hoyrdur. Tað bar ein falt ikki til at lata eyguni aftur og skunda uppskotið ígjøgnum. Og einasta rætta hevði verið at sent tað aftur, har tað kom frá.

Oman á alt hetta, fekk formaðurin í Trivnaðarnevndini tey boð frá landsstýriskvinnuni, at pensionistarnir fóru undir øllum umstøðum at fáa pensiónina fyri jól. Um ásetingarlógin var samtykt ella ei. Trivnaðarnevndin arbeiddi sostatt ikki bert undir óhepnum umstøðum við uppskotinum um ásetingarlóg, hon arbeiddi undir skeivum fyritreytum.

Um uppskotið um ásetingarlóg skal annars stutt vera sagt, at tað átti at verið grýtuklárt fyri langari tíð síðan. ?c1setingarlógin er nevniliga ein fylgilóg til pensiónslógina, og hevur pensiónslógin verið ávegis í skjótt fimm ár. Tá pensiónslógin bleiv samtykt í mai 1999, var tað triðja ferð hon var í tinginum. Tí er tað so óskiljandi, at landsstýriskvinnan ikki hevði uppskotið um ásetingarlóg klárt í vár, og tað er somuleiðis átaluvert, at hon ikki hevði tað.


Til Jan A. Joensen

Til Jan A. Joensen havi eg bert hetta at siga: Tá tú næstu ferð setir navn undir grein hjá Helenu, set teg tá inn í málið fyrst. Lat teg ikki nýta sum hent amboð í verjurøðu hennara. Um so var, at Helena hevði reint mjøl í posanum, tá hevði hon ikki havt fyri neyðini at framt so nógv sniðálop á P?e0ll á Reynatúgvu og mín persón. Slíkt gera landsstýrisfólk vanliga ikki, og als ikki tá tey eru ósek.

Annars skal eg upplýsa fyri Jan A. Joensen, at hvørki eg ella Páll á Reynatúgvu hava nú undan jólum framt álop á pensiónslógina, sum bleiv samtykt í mai. Okkara atfinningar vóru mótvegis uppskotinum um ásetingarlóg, og handfaring landsstýriskvinnunar av sama uppskoti.

Jan sigur, at vit í Trivnaðarnevndini ikki eru greið yvir, hvat bleiv samtykt í mai. Vit vóru ikki fullgreið yvir tað, fyrr enn ásetingarlógin kom. Men eg skal minna á, at eg var ógvuliga nógv ímóti teimum broytingum, sum viðførdu at viðbøturnar hjá fyritíðarpensionistunum blivur koyrdar í ein pott, sum skattavaldið síðan kundi sleppa at leppa úr. Hesum var eg ímóti í vár og eri tað framvegis.

Og annars skal eingi ivi valda um, at tað er Helena Dam á Neystabø, sum eina og aleina eigur gíslarnar, Jan A. Joensen sipar til í grein síni 29. desembur 1999.

Jan A. Joensen kemur við innballaðari hóttan um samgonguslit, tí tjóðveldismenn fara so illa við Helenu. Hetta eru kanska eisini orð formansins. Sjálvsagt er tað spell, at samgongan, sum hevur sett sær fullveldismál á ovasta bredda, skal fara vegna slíkt óneyðugt ósketni. Men hinvegin havi eg sera lítlan hug framhaldandi at samstarva við einum landsstýrismanni undir slíkum umstøðum.


Finnur Helmsdal, limur í meirilutanum í Trivnaðarnevnd løgtingsins