Tey trý ST-starvsfólkini, Annetta Flanigan úr Norðurírlandi, Angelito Nyan úr Filipsoyggjunum og Shqipe Hebibi úr Kosovo, vórðu burturflutt í mi´ðbýnum í afganska høvuðsstaðnum Kabul tann 28. oktober.
Gíslarænararnir kunngjørdu seinni, at teir vóru úr einum bólki hjá Taliban-rørsluni, og teir kravdu, at allir útlendskir hermenn skuldu fara úr Afganistan. Varð kravið ikki eftirlíkað, fóru teir at avrætta tey trý ST-starvafólkini.
Í gjár sluppu tey leys. Afgansku myndugleikarnir sýttu fyri at greiða frá, hvussu tey vóru sloppin leys, men amerikanskar keldur søgdu, at hermenn vóru komnir fram á gíslarænararnar og høvdu fríað gíslarnar. Sambært keldunum doyðu tríggir gíslarænarar í atsóknini, og ein fjórði varð særdur.
Annetta Flanigan, Angelito Nyan og Shqipe Hebibi fóru til Afganistan at hjálpa afgansku myndugleikunum við forsetavalinum, sum var tann 9. oktober. ST-um-boð søgdu í gjár, at tey høvdu tað gott, hóast tey hava sitið gíslar í næstan fýra vikur.