GÍ slapp avstað

Við útisigri á Skála tykist GÍ hava lyft sær endaligt út botnstríðnum, meðan tað hinvegin gerst alsamt daprari hjá Skála

Fótbóltur

Í fjør bjargaði Skála sær tilveruna í bestu fótbóltsdeildini við einum ótrúligum endaspurti, har liðið mest sum í einum leyp bukk um bæði TB og EB/Streym.
Tað kann sjálvandi ikki útilokast, at hetta kann gerast aftur, men so skal liðið fáa ferð á. Her og nú.
Sunnudagin hevði Skála vitjan av GÍ, sum í ár bert tykist vera ein skuggi av sær sjálvum. Kanska ein av dystunum, har vónir vóru um stig, og í øllum førum ein slíkur, sum skuldi vinnast, um vónin skal varðveitast.

Miðvøllurin avgjørdi
Men tað eydnaðist ikki hjá Skála, og sum so var dysturin ein ímynd av, hvussu spælið hjá Skála hevur verið í ár.
Fyri tað nógva var tað nevnliga so, at Skála var væl við í dystinum, og serliga fyrstu løtuna skaptu teir eisini málmøguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Júst hetta hevur verið trupulleikin hjá liðnum, og tá mál ikki verða skotin, so er meira enn trupult at fáa nóg mikið av stigum.
Hjá GÍ hevur heldur ikki hildnast nakað serligt seinastu nógvu umførini. Størsti trupulleikin hevur verið fráveran, sum hevur rakt liðið. Ikki minst at leikandi venjarin, Krzystof Popczynski, hevur sitið uttanfyri.
Hetta hevur skert framrættaða spælið sera nógv, og tí hevur ábyrgdin fyri málskjótingini fyri tað mesta nú ligið á herðunum á miðvøllinum og verjuni. Og tað var miðvøllurin, sum avgjørdi dystin hesaferð. Tíðliga í seinna hálvleiki slapp Símun Samuelsen ? sum annars hevði ein sera góðan dag ? at draga nakað við bóltinum. Eingin skálamaður kom ímóti, og so langaði vágbingurin hjá GÍ til.
Hetta noyddi Skála fram aftur á vøllin, men tað bleiv ongan tíð soleiðis, at teir komu til somu møguleikar, sum teir høvdu fyri steðgin. Ístaðin kundi ein annar miðvallari hjá GÍ, Súni Olsen, avgera dystin, tá hann stutt fyri leiklok royndi seg við skoti.

Nú stendur á
Og so skuldi verið leyst og liðugt við botnstríðnum hjá GÍ. Ein støða, sum er púra óvand fyri felagið, og ivaleyst eisini ein, sum teir als ikki vilja vera partur av. Møguliga verður tað so, at teir fyri fyrstu ferð ikki skulu út í Europa, men eina lítla vón hava teir tó enn.
Hjá Skála sær hinvegin svart út. Fýra dystir eru nú eftir at spæla, og so er spurningurin, hvørt teir á sama hátt kunnu toga seg upp á talvuna. Einki er at ivast í, at lykladysturin í so máta er tann í næst seinasta umfarinum, tá Skála vitjar í Vágum. Hinir dystirnir hjá liðnum eru móti KÍ (ú), VB (h) og EB/S (h).

Dysturin í tølum
Skála-GÍ 0-2 (0-0)
0-1: Símun Samuelsen
0-2: Súni Olsen
Dómari: Oddmar Andreasen

Skála: Heini Kristiansen ? Bárður Danielsen, Ronnie Hansen, Dusan Jaic, Iulian Florescu ? Sveinur Justinussen, Aleksandar Jovevic, Hanus Thorleifsson ? Jónhard Frederiksberg, Bogi Gregersen, Arnhold Berg
GÍ: Jacek Przybylski ? Jónreid Dalheim, Bartal Eliasen, Kaj Ennigarð, Leivur Hansen ? Áslakur Petersen, Súni Olsen, Høgni Madsen, Hanus Jacobsen ? Símun Samuelsen, Bárður á Lakjuni.