Góðskumeting til virkir og stovnar

Nýtt felag er sett á stovn, sum skal veita góðskueftirlit til stovnar og fyritøkur. Talan er um FA. Dygd við Johonnu Feilberg. Felagið er tað fyrsta føroyska felagið, sum veitir tænastur av slíkum slag

GÓÐSKUMETING

Johanna Feilberg, sum er stovnari av Fa. Dygd, er útbúgvin laborant. Hon hevur áður arbeitt hjá Faroe Seafood. Nú roynir hon seg sum tann fyrsta í Føroyum innan góðskumeting av matvørum. Øll virki, sum framleiða matvøru, skulu fylgja ynsum krøvum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Johanna kann nú hjálpa virkjum við teirra góðskustýring, so at tey lúka krøvini.
Dygd kann veita slíka tænastu til fiskavirkir, bakarí, kommunur og onnur.

Millumliður
Dygd kann vera ein millumliður millum virkini einumegin og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna hinumegin. Dygd kann gera góðskukanningarnar fyri virkið og síðani senda tað til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Tilvitaðir kundar og økt kapping ger, at størri krøv verða sett til reinføri og góðsku. Tí kann tað vera ein fyrimunur fyri eina fyritøku at fáa onkran uttanifrá at góðskumeta sína vøru. Sí meira um fyritøkuna á heimasíðuni www.dygd.fo.

--
Faktaboks
Jóhanna Feilberg
Útbúgvin laborantur í 1993
Hevur arbeitt hjá Faroe Seafood
Stovnari av Fa. Dygd, sum heldur til í Skálafirði