Undir góðskudøgunum fara fólk og kirkjulið at veita eina hjálpandi hond til eldri fólk, sjúk og onnur, sum hava tørv á hjálp, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.
Gud hevur sýnt okkum so nógva góðsku, og vit vilja fegin verða við til at sýna øðrum fólkum góðsku, við at vaska ein bil, mála hús, rudda, sláa grasplen, taka ókrút upp o.a. fyrifallandi, verður sagt.
Tað er sóknarpresturin, Havstein Klein, ið saman við kirkjuráðunum í oynni, sum skipa fyri.
Sagt verður, at tað er ikki neyðugt at vera við í hesum tiltaki allar dagarnar. Um onkur hevur ein ella tveir dagar, har til ber at hjálpa, er tað eisini gott. Um onkrum antin tørvar hjálp ella vil hjálpa, so ber til at seta seg í samband við fólk í kirkjuráðunum.