Góðskublues við Crawling Blue

The Well hjá Crawling Blue hevur verið ávegis í tvey ár, og er loksins á gøtuni. Á útgávukonsertini leygarkvøldið borðreiddi Crawling Blue við litføgrum blues tónleiki av høgari góðsku, ið stundum minti um ketturnar í Aristocats

Hóast navnið á bólkinum, Crawling Blue, kundi bent á okkurt grulvandi og nølandi, vísir tað als ikki til blues tónleikin hjá Crawling Blue. Leygarkvøldið borðreiddi Crawling Blue við besta føroyska blues tónleikinum fyri eini fullsettari høll í Norðurlandahúsinum. Áhugin fyri blues er eftir øllum at døma stórur í Føroyum. Konserthøllin í Norðurlandahúsinum var í øllum førum á tremur við fólki í øllum aldri, og tað verður sagt úr Norðurlandahúsinum, at tey vóru fleiri, ið ikki fingu atgongumerki til konsertina leygarkvøldið.

Tað hevur leingi verið lýst fyri hesi konsertini við Crawling Blue og teimum báðum gestatónleikarunum, Hanus G. Johansen og Sámal Ravnsfjall. Somuleiðis hevur fløgan hjá Crawling Blue verið óvanliga leingi ávegis. Í tvey ár hevur bólkurin arbeitt við útgávuni, og var tað tí helst eitt ávíst forvitni vakt millum fólk eftir at síggja hvat Føroya einasti bluesbólkur hevði at borðreiða við. Var eitt nýtt "Baby You’re Gone" gjørt, við oyrahangaranum dú-dú-dú-dú-dú-dú-dú-dú-dú-dú? Ella bíðaði áhoyrarunum eitthvørt spildurnýtt?


Føroyskar Aristocats

Tað tók eina løtu at koma í gongd leygarkvøldið. Konsertin varð sett at byrja klokkan 19.30. Báðir gestatónleikararnir skuldu á pallin fyrst, síðan varð steðgur klokkan 21.00, og komu Crawling Blue ikki á pallin fyrr enn klokkan gekk til 21.30. Tað kundi tykjast nakað leingi at bíða, um mann til dømis ikki roykir, ella ikki tímir at reisa seg úr stólinum inni í konserthøllini.

Men leingi er tað, ið væl skal vera. Tí endiliga komu Crawling Blue á pallin, og teir skuldu vísa seg at vera verdir at bíða eftir. Teir høvdu gjørt nógv burturúr konsertini. Livandi ljós stóðu ymsa staðni á pallinum, sum millum annað hevði eina gamla urgu við, har livandi ljós kundu setast í stakar, ið vóru fest á urguna. Í myrkum klædningum, hattum og svørtum og hvítum bowlaraskóm sessaðust ella stillaðu teir fýra seg á pallin. Uni R. Debess í front, Brandur Jacobsen við trummurnar, Óli Olsen við gomlu urguna úr Missiónshúsinum á Skála, og ungi bassleikarin Eyðun Johannesen stillaði seg aftarlaga við sínum bassi. Og so byrjaði tónleikurin. Fyrst nakað róliga, síðan skiftandi við stillum og skjótari løgum, og longu eftir fyrsta lagið komu saxofonleikarin, Konny Kass, trompetleikarin, Ólavur Olsen og Kim Hansen á tangentum eisini á pallin. Einki kann takast frá blues tónleikinum hjá teimum upprunaligu fýra limunum, men saman við báðum blásarunum lyftist konsertin upp á eitt annað støði. Saman við undirgrundshuglagnum og skiftandi ljósinum á pallinum, minti konsertin stundum um tær væl kendu ketturnar úr Aristocats, sum ovurfegnar syngja og dansa aftur við sínum tónleiki.


Oyrahangarin The Well

Her skal sigast, at hvørki Uni R. Debess ella nakar annar hoppaði ella dansaði á pallinum, men spæligleðin var ikki til at taka feil av. Tað varð uttan iva hoppað og dansað innaní. Forsangarin greiddi róliga og á mest óhátíðarliga hátt áhoyrarunum frá um løgini. Hann hevði so nógvar gittarar við sær hetta kvøldið, at hann næstan ørkymlaðist av at skifta í millum teirra, og Óli Olsen skifti millum sína urgu og rhodes ljóðføri, væl stuðlaður av Kim Hansen, ið sat við tangentarnar í hinum endanum á pallinum.

Tey flestu á pallinum eru royndir tónleikarar í Føroyum. Ein traðkar kortini veruliga í karakter í blueshøpi, og er tað forsangarin sjálvur. Uni R. Debess er ein frálíkur frontmaður við sínum deiliga sangi og avslappaða verumáta á palli. Líka síðan hann kom úr skápinum sum tónleikari, hevur hann trúliga hildið seg til sína tónleikasjangru, nevniliga blues, og er hetta vorðið hansara vørumerki í Føroyum. Og eftir reaktiónunum frá áhoyrarunum, var blues tónleikurin saknaður millum fólk, og vóru tey fegin um aftur at hoyra blues frá hansara hond.

Tá konsertin kom at enda, og Hanus G. Johansen og Sámal Ravnsfjall høvdu sungið Bob Dylan’sa All Along The Watchtower saman við Una R. Debess, takkaði Crawling Blue fyri seg og fóru limirnir av palli. Teir sluppu kortini ikki so lætt, tí fólk reistust klappandi úr stólunum, og vildu hava blues’arnar inn aftur á pall, og sýndu harvið sína tøkk fyri konsertina. Nøkur løg høvdu teir í ermuni til eykanummur, millum annað eitt lag, forsangarin hevði skrivað til mammu sína, og sum fekk eitt ”Áááááh”, at ljóða gjøgnum salin.

Konsertin varð komin at enda hetta kalda leygarkvøldið í mars mánaði. Tað skiltist á fólki, at tey vóru væl nøgd við konsertina hjá Crawling Blue. Og sum svar til spurningin, ið varð reistur fyrr í greinini, var onkur oyrahangari at finna millum góðu løgini hjá bólkinum. Til dømis heitislagið á fløguni, The Well, ljóðaði fantastiska væl, og verður tað helst eitt lag, ið verður sent í umfar á føroysku rásunum.

Crawling Blue hevur ætlanir um at fara á konsertferð kring landið, og kann hendan konsertin róliga viðmælast.