The Well hjá Crawling Blue hevur verið ávegis í tvey ár, og leygarkvøldið borðreiddi Crawling Blue við litføgrum blues tónleiki av høgari góðsku fyri fullsettari høll Hóast navnið á bólkinum kundi bent á okkurt grulvandi og nølandi, vísir tað als ikki til blues tónleikin hjá Crawling Blue. Leygarkvøldið borðreiddi Crawling Blue við besta føroyska blues tónleikinum fyri eini fullsettari høll í Norðurlandahúsinum. Áhugin fyri blues er eftir øllum at døma stórur í Føroyum. Konserthøllin í Norðurlandahúsinum var á tremur við fólki í øllum aldri, vóru tey mong, ið ikki fingu atgongumerki til konsertina leygarkvøldið.
Við Crawling Blue er talan um góðskutónleikarar, ið spæla góðskutónleik. Ein traðkar kortini veruliga í karakter í blueshøpi, og er tað forsangarin sjálvur. Uni R. Debess er ein frálíkur frontmaður við sínum deiliga sangi og avslappaða verumáta á palli. Líka síðan hann traðkaði úr skápinum sum tónleikari, hevur hann trúliga hildið seg til sína tónleikasjangru, nevniliga blues, og er hetta vorðið hansara vørumerki í Føroyum. Og eftir reaktiónunum frá áhoyrarunum at meta, var blues tónleikurin saknaður millum fólk, og vóru tey fegin um aftur at hoyra blues frá hansara hond.
Tá konsertin kom at enda, og Hanus G. Johansen og Sámal Ravnsfjall høvdu sungið Bob Dylan?sa All Along The Watchtower saman við Una R. Debess, takkaði Crawling Blue fyri seg og fóru limirnir av palli. Teir sluppu kortini ikki so lætt, tí fólk reistust klappandi úr stólunum, og vildu hava blues?arnar inn aftur á pall, og sýndu harvið sína tøkk fyri konsertina.
Brot úr grein um útgávukonsertina hjá Crawling Blue, ið er at finna í Sosialinum í dag.