G! skráin hevur fjaldar gimsteinar

Endaliga skráin hjá G! festivalinum er nú kunngjørd, og hon er góð – serliga um tú gevur tær stundir til at granska hana.

G! Festivalurin hevur altíð lagt seg eftir at bóka alternativan tónleik, sum hevur nógv upp á hjartað. Soleiðis er eisini í ár. Har er nógv gott, um tú gevur tær stundir til at lurta.

 

Hósdagin opnar ungi bólkurin Tunghoyrt festivalin á Spæliplássinum. Hetta gitti eg eisini í longri greinini um G!-skránna, sum er at lesa í Sosialinum. Annars eru fleiri spennandi nøvn henda dagin – ikki minst DakhaBrakha.

 

##med2##

 

Fríggjadagurin er pakkaður. Sum nakað nýtt – mær vitandi – verður skipað fyri gongutúri upp á Leirvíksfjall, har konsertir verða. Hetta er eitt gott uppískoyti til skránna, sum víðkar um festivalkonseptið. Annars havi eg gott eyga á Spæliplássinum og Fjósinum, og tí dámar mær lítið, at har er yvirlapp millum bólkarnar – serliga Ebbb og Nusantara Beat.

 

##med3##

 

Leygardagin er skráin um at bresta. Sissal og Marius DC spæla slag um slag á Spæliplássinum; tað havi eg ikki sæð fyrr. Har kanst tú standa í tryggum hondum frá kl. 21.30 óavbrotið fram til kl. 22.50, sambært skránni. Verður áhugavert, hvussu tað skiftið fer fram. Frankfurt Helmet í Fjósinum – tað er ein góð avgerð, hóast konsertin er heldur tíðliga. Hinvegin haldi eg tað vera eitt mistak at blaka Sundog inn í myrkrið. Tónleikurin hjá Sundog er sum gjørdur til Spæliplássið eftir mínum tykki. Og mær dámar einki, at skráin tvingar meg til at velja millum ta konsertina og Benjamin Rajani á Spæliplássinum. Men so er.

 

##med4##

 

Hvussu er og ikki, so er nógv áhugavert á skránni. Lesið meira um tað í blaðnum, sum er í handlunum í dag.