G!: Skopunhagen fremstur aftur í ár

Tað vóru Sjúrður Cardinal Simonsen, Heri Nolsøe og Sven Martinson, vanliga nevndur Luddi, ið vóru fyrstir í bíðirøðini til tjaldingarplássið kl 10 í morgun. Hesir tríggir umboðaðu Skopunhagen, ið er ein bólkur á 15-40 fólk, ið vanliga samlast til G!

- Hetta er fjórða árið á rað at Skopunhagen eru fremstir í bíðirøðini, og í ár vera vit uml. 20 fólk á tjaldingarøkinum, sigur Heri Nolsøe.

Skopunhagen hevur fingið navn sítt av tí at tey eru sera nógv fólk ættaði úr Skopun, ið samlast, men hóast hetta eru fólk við úr øllum Føroyum.

Í dag hevur Skopunhagen undirhildið øll í bíðirøðuna við m.a. at skipa fyri bæði pub-quiz og flunky-ball.

- Tað er okkara egna initiativ at skipa fyri undirhaldi so fólk ikki keða seg, og vit hava fingið stuðul frá Okkara, Maverick og Heilsøluni í Klaksvík, við at teir hava latið øl og orkudrykkir til vinnararnar, sigur Heri.

Skopunhagen hevur verið við á tjaldingarøkinum í seks ár á rað, og ein av teimum ið hevur verið við á hvørjum árið, er Kristina Glyvradal.

- Eg elski G!, og kundi ikki verið G! fyri uttan, sigur Kristina, og leggur afturat at tey eru fleiri ið nýta høvi at savnast á G! nú tá flestu vinarskarðar eru spreiddir yvir fleiri landamørk.