Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen dømdu um vikuskiftið dyst í Cup Winners Cup millum norska Gjerpen og grikska Armi School Patra. Undan uppgerðunum var norska liðið stórfavorittur, men tá tá tær taptu við fýra málum í Grikkalandi, var lagt upp til heilt spennandi returdyst. Fyrstu løtuna leikaði eisini javnt á, men eftir steðgin fór norska liðið av álvara avstað, og talan gjørdist um trivaligan 38-21 sigur. Føroysku dómararnir siga, at tað var ikki fyrr enn seinasta korterið, at høllin av álvara kom í kók, og at teir tí fingu frið til sína uppgávu. Og sum skilst, so varð avrikið eisini væl og virðiliga góðkent av EHF-eygleiðaranum.