Góðskan á útróðrarfiskinum skal hækka

Nýggj uppboðssøla skal geva betri prís. Men tað krevur eisini, at fiskurin veður tann allarbesti, sum kemur á marknaðin, sigur reiðari á útróðrarbáti

Endamálið við at stovna móttøku og uppboðssølu á Eiði, er at fáa betri prís til bátarnar, sum landa har. Men tað er eisini ein treyt fyri betri prísi, at fiskurin, sum landaður verður, er í fínasta standi.
Ein teirra, sum stendur aftan fyri samtøkuna, ið ætlar at fara undir móttøku og uppboðssølu á Eiði, er Asbjørn Djurhuus, sum er reiðari á útróðrarbátinum Norðsøka, ið rør út av Eiði.
Hann sigur, at teir eru farnir undir hetta, tí teir hava ikki altíð hildið seg faa nóg góðan prís fyri fiskin, sum seldur verður á Toftum. Og tað kunnu vera ymsar orsøkir til tað, heldur hann. Eitt nú tann nógva umskipanin g flutningurin, sum er, tá fiskur skal handfarast ofta.
Nú er ætlanin at flyta søluna fleiri lið nærri rulluni, sum hann tekur til.
Men tað er ikki nokk bara at koma nærri bátinum ið søluliðnum. Skal fiskurin vera fyrstafloks, skal viðgerðin byrja longu við rulluna. Tað krevur nógv, og tað skal so aftur geva úrtøku í hinum endnaum, vísir hann á.
Tað verður ofta skotið útróðrarmonum í skógvarnar, at útróðrarfiskurin er tann ringasti, ið kemur á marknaðin, hóast hann er feskastur. Men av tí, at hann er ov illa hagreiddur umborð, stendur hann ikki mát við tað, hann eigur. Og í ávísum førum er tað vist eisini rætt, ásannar Asbjørn Djurhuus. Tað allarfyrsta at gera er, at sleppast má undan hesum einsamalla manninum, sum rør út við línu, heldur hann.
?Eg trúgvi ikki rættiliga upp á hann, at hann kann klára at hagreiða fiskin ordiliga. Hann skal bæði stýra upp, standa við rulluna, blóðga og kryvja alt í senn. Leggja fiskin í ís og alt hitt, sum gerast skal. Tað ber heilt einfalt ikki til hjá einum einsamøllum manni.
Bátarnir skulu hava dupult sett av kørum, sigur Asbjørn Djurhuus. Soleiðis slepst undan, at fiskurin verður stoyttur meira enn ta einu ferðina. Eitt sett fer á marknaðin, og tað næsta kemur umborð.
?Sjálvir hava vit fingið okkum nýggja útgerð til at lata ísvatn í, greiðir hann frá. Tað verður latið umborð í dag, og vit eru sera spentir upp á at síggja, hvussu tað fer at rigga. Gomlu dekskørini verða nú koyrd í land. Tað skal so gera, at fiskurin verður enn minni hagreiddur og tað betri fyri, tá hann kemur til keyparan.