Góðskan ikki avgerandi fyri fiskaprísin

- Tað ruggar ikki alt rætt, tá dag gomul hýsa-3 verður seld á gólvinum fyri millum tríggjar og fýra krónur kilo, sama dag sum fleiri dagar gomul hýsa-3 verður seld fyri sjey krónur kilo um telefonina. Tað sigur Auðunn Konraðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, sum mælir til, at broyta reglurnar, so smáa hýsan kann seljast frítt, har besti prísurin fæst fyri hana.

Meginfelag Útróðrarmanna hevur nú í eina tíð sett sjónareygað á vánaliga prísin, sum serliga tann smáa hýsan hevur havt í seinastuni. Felagið hevur fylgt við prísunum í Føroyum, bæði um telefonuppboðssøluna og á gólvinum hjá Fiskamarknaðinum, og samanborið teir við prísirnar í Bretlandi og í Danmark. Og niðurstøðan hjá formanninum í felagnum, Auðunn Konraðsson, er púra greið: als einki samband er millum tað, sum úrtóðrarbátarnir fáa fyri smáu hýsuna á gólvinum hjá Fiskamarknaðinum og tað, sum smáa hýsan verður seld fyri um telefonina. Og harafturat er heldur ikki samband millum prísin í Føroyum, og prísin, sum verður latin fyri smáu hýsuna, bæði á bretska og á danska marknaðinum.
- Eg má siga, at vit duga illa at síggja nakran samanhang millum lága prísin í Føroyum og prísin á evropeiska marknaðinum. Harafturat kann tað tykjast løgið, at sera stórur munur er millum tað, sum smáu útróðrarbátarnir fáa burturúr at selja á gólvinum hjá Fiskamarknaðinum, og tað, sum størru útróðrarbátarnir fáa burturúr at selja um telefonuppboðssøluna, sigur Auðunn Konraðsson.
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at hann er farin at ivast í, hvørt keypararnir yvirhøvur leggja seg eftir at fáa bestu góðsku, tá teir keypa smáu hýsuna. Hann nevnir sum dømi, at ein dag í vikuni seldi ein av smáu útróðrarbátunum hýsu-3 fyri 3,50 krónur kilo á gólvinum hjá Fiskamarknaðinum, samtíðis sum ein av størru útróðrarbátunum fekk sjey krónur kilo fyri hýsu-3 á telefonuppboðssøluni. Auðunn Konraðsson vísir í hesum sambandi á, at smáu útróðrarbátarnir hava feskasta og besta fiskin, meðan fiskurin hjá størru útróðrarbátunum sum oftast er fleiri dagar gamal.
Auðunn Konraðsson sigur seg kenna dømi um, at onkrir útróðrarbátar í seinastuni hava keypt sína egna hýsu á uppboðssøluni fyri tvær krónur kilo, og síðan selt hana aftur á bretska marknaðinum fyri 13 krónur kilo.
- Hetta sigur mær so mikið, sum at okkurt er galið við marknaðinum, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna. Hann leggur afturat, at trupulleikin er at allur fiskur skal um uppboðssølu. Auðunn Konraðsson metir, at ein loysn kundi verið at slept hesum princippi, hvat smáu hýsuni viðvíkur, so til bar at selja smáu hýsuna frítt, har besti prísur fæst fyri hana.
- Persónliga meti eg, at tað kundi verið ein møguleiki at loyvt monnum at selja smáu hýsuna frítt, har teir fingu besta prísin fyri hana, men hetta er so ikki nakað, sum vit hava viðgjørt í Meginfelag Útróðrarmanna, sigur Auðunn Konraðsson.

Fara at halda eyga við marknaðinum
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at felagið framvegis ætlar sær at fylgja væl við gongdini hjá fiskaprísunum, bæði í Føroyum og á evropeiska marknaðinum. Enn hevur felagið ikki tosað um, hvørji stig teir kunnu taka, fyri at gera vart við seg og møguliga broyta skipanina, men fyribils fer felagið so at halda fram við at vísa á tann manglandi samanhangin millum prísirnar á smáu hýsuni.
Auðunn Konraðsson sigur, at um heystið er nógv av veiðuni smá hýsa, og tí hevur tað stóran týdning fyri útróðrarbátarnar at fáa ein rímuligan prís, eisini fyri hýsu-3. Hann metir, at umleið helvtin av tí, sum útróðrarbátarnir fáa í løtuni, er hýsa, og av hesum munnu góð 60 prosent vera hýsa-3, leggur hann afturat.
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna letur annars ikki so illa at prísinum av til dømis toski, hóast hann ikki er so góður sum í fjør. Og eisini fæst sum heild hampuligur prísur fyri størru hýsuna, hóast vánaligi prísurin á smáu hýsuni eisini ávirkar her.