Góðska á høgum stigi

Sum fyrsta virkið í Føroyum hevur Sp/f Grannskoðan Jóannis Skorheim í Klaksvík fingið altjóða ISO 9001 góðkenning

Seinasta hósdag fekk fyrsta føroyska virkið høgt mettu altóða góðskugóðkenningina, ISO 9001. Talan er um Smápartafelagið Grannskoðan Jóannis Skorheim í Klaksvík.

Í sambandi við handanina av ISO 9001 sertifikatinum, var móttøka hildin í virkisbygninginum í Klaksvík. Væl av fólki var til móttøkuna, har kunnað varð um, hvat góðskukervið ISO 9001 er og hvat tað stendur fyri. Samstundis varð eisini kunnað um samarbeiðsavtalu, ið Grannskoðan Jóannis Skorheim hevur gjøt við ráðgevingarstovnin EQC í Danmark.


Prógv um góðsku

Jóannis Skorheim, stjóri á grannskoðanarvirkinum í Klaksvík, sigur, at ISO 9001 góðkenningin er eitt prógv um, at arbeiðið á virkinum verður gjørt til lítar, at góðskan av arbeiðinum er á høgum støði.

ISO (International Standard Organisation) er altjóða viðurkent góðskumerki. Sostatt hevur ein ISO góðkend fyritøka í Føroyum fulkomiliga eins góðkenning, sum ein ISO fyritøka í til dømis USA ella Australia.

Tað finnast fleiri sløg av góðskugóðkenningum, ið ISO 9001 góðkenningin er í ætt við. Til dømis kunnu ISO 14001 umhvørvisgóðkenningin og HAACP góðkenningin fyri matvørudygd nevnast. Hesa seinnu kenna helst flestu av føroysku fiksavirkjunum.


Fyrsta og einasta

Sp/f Grannskoðan Jóannis Skorheim er fyrsta og í løtuni einasta virkið í Føroyum, sum hevur fingið ISO 9001 góðkenning.

Sambært stjóranum á grannskoðanarvirkinum, var Jóannis Skorheim eisini fyrsti skrásetti granskoðarin í Klaksvík og helst eisini fyrsti skrásetti granskoðarin í Føroyum. So sigast kann, at í hesum føri gongur Klaksvíkin undan.

Granskoðaravikrið í Klaksvík valdi ráðgevingarfyritøkuna EQC í Danmark til ráðgeva, tá fyrireikingarnar til eina ISO góðkenning vóðru settar í verk. Leiðslan visti, at hesin stovnur hevði hjálpt fyritøku í Odense, tá hendan skuldi gera sínar fyrireikingar til ISO góðkenning.

Hendan danska fyritøkan fekk góðkenningina við fyrstu ?upptøkuroynd? hjá góðkennandi mydugleikanum, ið eins og hjá Grannskoðan Jóannis Skorheim í Føroyum. Hetta felag er eisini í Føroyum, og ber tað heitið EQC - FO. Hetta felag virkar sjálvstøðugt innan ráðgeving í góðsku í umhvørvisstýring, leiðslu, marknaðarvitan, projektleiðslu og tílíkum. Tó fær felagið serkøna ráðgeving frá danska EQC, tá tað gerst neyðugt. EQC í Danmark er uppbygt við einum netið, ið umfatar ómetaliga nógv innan ráðgeving á ymsum økjum, bæði innan privata og almenna vinnu.

Endamálið hjá EQC er at hjálpa virkisleiðsluni við góðari og effektivari stýring, so øll liðini verða betri skipað og virkið harvið fær betri úrlist á niðastu linju í roknskapinum. Hetta verður nú eisini galdandi fyri Sp/f Grannskoðan Jóannis Skorheim í Klaksvík.