Beinta Laursen og Lisa Hendriksdóttir hava júst latið upp nýggjan handil á alnótini - internetinum. Nýggi handilin bjóðar fram gávukurvar til føðingardagar, brúdleyp og aðrar hátíðardagar.
- At fáa blómur og bukettir, tá ið tú hevur ein hátíðardag av onkrum slag er bara gott, men vit eiga eisini at hava okkurt alternativ til blómurnar.
Tað sigur Lisa Hendriksdóttir, sum saman við systkinabarninum, Beintu Laursen, júst hevur latið upp nýggjan handil á alnótini. Handilin eitur “Kurvin.fo”, og selir fyrst og fremst gávukurvar av ymsum slag.
Forkunnugar vørur
Vørurnar, sum Kurvin.fo selir, eru kvalitetsvørur, sum ikki frammanundan verða seldar í Føroyum. Talan er mestsum bara um serliga úrvaldar vørur sum hondgjørd vistfrøðilig sápa og aðrar vælveruvørur.
Men eisini tá ið tað kemur til mat og úrdráttir til mat, er nógv og gott at velja í. Nevnast kann matoljur sum sitrónolja og hvítleyksolja úr Fraklandi, og ein serlig rapsolja fra fyritøkuni Smagen af Læsø í Danmark.
Aðrar spennandi vørur úr Suðurevropa finna eisini leið til Kurvina í Føroyum. Eitt nú vínedikka úr hindberjum og súreplum, artiskok-krem, basilikum-pesto og bruchetta úr sólturkaðum tomatum, sum saman við mandlukøkum (cantuccini) koma heilt úr Italiu.
Vanilja er gandastavurin innan dessertir og tað søtliga og her hava tær báðar frá Kurvini funnið serligar og sera aromatiskar vaniljustengur úr Uganda, sum hóska seg væl til ís og krem, tí vaniljukornini eru heilt fín og smá og geva góðan og rúgvismiklan smakk.
Til søtu tonnina hava tær karamellur frá KaramelKompagniet á Bornholm. Hesar sigast ikki at brenna tennirnar líka illa sum aðrar. Tað skal skiljast soleiðis, at tær bornholmsku karamellirnar eru bleytari enn vanligt og tískil ikki seta so fastar millum tennirnar sum tær meira seigu. Men sukur er sukur og alt sukur kann brenna tennirnar um vit ikki ansa eftir. Lakressið kemur eisini av Bornholm og her eru møguleikarnir heilt nógvir, líka frá lakresstykkjum til flótandi lakress.
Afturat hesum kann Kurvin.fo eisini fylla gávukurvarnar við súrepla-chutney, spenndandi súltutoyi úr Onglandi, vistfrøðiligum kryddi og mangt og øðrum góðum.
Og nú jólini so spakuliga nærkast, bjóðar Kurvin.fo seg fram at gera fyritøkum jólagávukurvar til starvsfólk, har dunnan ella fleskasteikin er partur av gávukurvini.