Boys In A Band eru heitasta føroyska navnið í løtuni, og alt fleiri dyr lata seg upp fyri teimum. Í dag kunnger Iceland Airwaves, at Boys In A Band eru á skránni í oktober. Boys In A Band hava eftir luttøkuna á Atlantic Music Event framført á Jelling Musikfestival, Spot Festivalinum og fleiri øðrum konsertum í Danmark, umframt Asfalt í Føroyum. Nibe Festivalurin, Roskilde Festivalurin og G!Festivalurin eru á skránni í næstum. Bólkurin hevur fingið bókingarsáttmála í Danmark og hevur ligið í samráðingum um plátusáttmála.
Nú kunnger Iceland Airwaves, ið er ein tann mest progressivi festivalurin í Norður Evropa, at Boys In A Band spælir hjá teimum. Hetta er komið í lag við G!Festivalin, ið hevur gjørt samstarv við íslendska festivalin um at býta um nøvn. Eitt navn av íslendska festivalinum, Ultra Mega Tecnobandið Stefán fer eisini at luttaka á festivalinum í Gøtu, meðan føroyski festivalurin so sendur Boys In A Band hinvegin.