68 atkvøður fyri. 19 ímóti og ein blonk.
Tað varð úrslitið, nú eykaaðalfundurin hjá GÍ atkvøddi um spurningin, hvørt nevndirnar í GÍ og LÍF skulu arbeiða víðari við samanlegging.
Við greiðum meiriluta í báðum feløgum er lagt upp til framhaldandi at arbeiða við samanlegging, og hetta fegnaðist formaðurin í GÍ um.
- Eg eri fegin um fundin, og eg eri fegin um, at nevndin fekk eitt greitt svar upp á spurningin, segði Andreas Poulsen millum annað, tá atkvøðurnar vóru taldar.
Eisini Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu, fegnaðist um stigið.
- Tað ger tað munandi lættari at samansjóva kommunurnar, um bygdirnar hava eitt felag heldur enn tvey at standa saman um. Og tað ger tað eisini lættari hjá nýggju samanløgdu kommununi at raðfesta tær íløgur, sum skulu gerast innan ítróttin, segði Hans Mourits Foldbo millum annað.