Gásatjóvarnir, sum portalurin skrivaði um í síðstu viku, eru nú funnir. Tann eini fekk so ringa samvitsku, at han sjálvur ringdi til løgregluna í gjár og meldaði seg. Í síðstu viku skrivaði portalurin um ein gásastuldur, har fimm mans eftir øllum at døma høvdu dripið eina gás fyri viku seinni at eta hana.
Teir løgdu rovini aftur á trøðna saman við einum brævi, har teir søgdu mangatakk.
Søgan hevði stóran áhuga, og nógv varð tosað millum folk. Og hetta fekk tann eina av tjóvunum at melda seg sjálvan til løgregluna.
Hesin var avbygdamaður, og tosið var nú blivið so nógv í heimbygdini, at hann metti tað frægast at melda seg sjálvan.
Hann ringdi tískil til løgregluna í gjárkvøldið og meldaði seg og segði annars, hvat var fyrifarið.
Hann greiddi frá, at tríggir teirra høvdu verið eftir gásini, dripið hana og koyrt hana í boksina. Dagin eftir varð hon so roytt og síðani koyrd aftur í boksina. Vikuskiftið eftir gjørdu teir so av at eta gásina, men av tí at hon helst hevur verið ov mikið til tríggjar mans, vóru tveir vinmenn afturat bodnir at eta.
Brævið høvdu teir skrivað til stuttleika, mest sum at siga mangatakk fyri bitan.
Menninir, sum vóru um 20 ára aldur, fáa nú eina bót.