Gásarunga tíð

Hettar er tíðin, tá gásarungarnir verða klaktir.

Ójavnt er, hvussu nógv kemur undan, og bøgurnar, ið verpa fyrstu ferð, fáa sjáldan tað stóra gásarungatalið.

Tað er eisini ójavnt, hvussu nógv egg, gæsnar verpa. Hoyrt er um bøgur,ið hava lagt 14 egg, men bert tan eini ungin kom undan.

Hetta gásaparið er ungt, og bøgan hevur lagt fyri fyrstu ferð. Hon varp sjey egg, og fýra ungar komu undan.

Tað ræður um at verja ungarnar móti rovfuglunum, og tí er bæði hegn sett upp rundan um, og trol lagt út yvir garðin.

Gæsnar eru ógvuligaverjukendar, um nakar kemur ov nær, og fýsini frá teimum eru at hoyra, um nakar dittar sær so nær sum at taka myndir.

Men eitt er, hvussu nógvir ungar koma undan, annað er, at tað skal ganga ein rímiliga drúgv tíð áðrenn sigast kann, at sloppið er undan øllum vanda. Tí sagt verður, at ungarnir eru ikki heilt tryggir, fyrr enn teir byrja at fáa fjarðar.

Men so far so good hjá hesum fýra fittu gásarungunum.