G!-sølan byrjaði væl

    

Eftir bert einari viku hava útvið 400 fólk ognað sær vikuskiftispass til G! Festivalin 2004. Hetta er tríggjar ferðir fleiri, enn selt var tilsamans í forsølu í fjør.
G! fyrireikararnir hava gjørt rættiliga fitt burtur úr at gera tiltakið sjónligt kring landið við lýsingarherferðum og tónleikatiltøkum m.a. á Torginum í SMS og á Torginum í Runavík. Og niðurstøðan má verða, at tað riggar at gera eitt sindur burturúr. Tað hava G! Festival fyrireikararnir sannað eftir at fyrsta vikan við serliga upplatingartilboðnum til atgongumerki er farin afturum.
Eftir einari viku hava nevniliga útvið 400 fólk ognað sær vikuskiftispass til G! Festival 2004. Ella sagt á annan hátt, 400 fólk hava sett sær vikuskiftið 16. og 17. Juli av til at fara á tað fyrireikararnir sjálvir kalla "Føroya størsta og feitasta tónleikatiltak".
Verður hetta sæð í mun til í fjør, tá seld vóru tilsamans 125 atgongumerki í forsølu, og í 2002 tá eingin forsøla var til G! Festival yvirhøvur, sæst veruliga ein gongd við vaksandi áhuga fyri- og til fyrimuns fyri G! Festivalin.
Hóast upplatingar-tilboðið ikki er galdandi eftir 8. mai, eru framvegis pengar at spara við at keypa í góðari tíð. Forsøluprísir eru nevniliga galdandi fram til 1. juli.
??????

-pop.fo