Góð úrtøka á olympisku leikunum

Teir níggju føroysku íðkararnir komu aftur við trimum gull og trimum silvurheiðursmerkjum frá Special Olympics, sum hesuferð var í Dublin

Tað var ein sera stórfingin móttøka, sum tað føroyska ferðalagið fekk, tá tað kom aftur av Special Olympics í Dublin í Írlandi. Hetta eru leikirnir fyri menningartarnað. Tað var seint seinnapartin mánadagin, at ÍSB hevði skipað fyri móttøku í ÍSF-húsinum í Gundadali.
Meðan Emma´s Blues Band og hornorkestrið Ælabogin spældu, so tað rungaði um allan Gundadal, so at fleiri komu nærri at forvitnast, hvat her var á vási, bíðaði mannamúgvan spent eftir føroyska ferðalagnum.
Eftir langa bíðitíð komu tey endiliga. Errin og fegin ítróttarfólk saman við venjarum og leiðarum, og tey lupu um hálsin hvør á foreldrum, vinum og ikki minst teimum politikarunum, sum vóru møttir til hetta serstaka høvið. Høgni Hoydal handaði øllum íðkarunum blómur, og borgarstjórin Jan Christiansen var eisini til staðar.

Fimm heiðursmerki
Fýra av luttakarunum høvdu fingið heiðursmerki við sær heimaftur. Tey vóru Durita Strøm, Marjun Niklasdóttir, Júst í Túni og Unn Mortensen.
Durita Strøm gjørdi tað størsta hálið. Hon fekk heiðursmerki í øllum trimum greinunum, sum hon luttók í. Gull í 100 metur frí og bringusvimjing og silvur í 200 metur frí.
? Eg havi vant fimm ferðir um vikuna, áðrenn vit fóru til leikirnar. Tað var sera stuttligt har niðri, og eg havði gott kunnað hugsað mær at farið einaferð afturat, sigur Durita Strøm, sum eisini møtti nógvum nýggjum fólki í Dublin.
Síðan tey komu aftur úr Írlandi hevur Durita Strøm verið í bæði sjónvarpi og bløðunum, og tað heldur hon er stuttligt men samstundis kennist tað eitt sindur løgið at síggja eina samrøðu við seg sjálvan í sjónvarpinum.
? Tað var sera fitt av øllum at taka so væl ímóti okkum, tá vit komu aftur, sigur Durita um ta stórfingnu móttøkuna, sum var í ÍSF-húsinum leygardagin.
Marjun Niklasdóttir rann seg til eitt gullmerki í 800 metra kappingini. Unn Mortensen og Júst í Túni spældu seg til eitt silvurmerki í blandaðum tvímansleiki í borðtennis. Tey taptu finaluna sera tepurt í fimm settum ímóti Týsklandi.
Tað kundi lættliga blivið til enn fleiri heiðursmerki hjá teimum føroysku luttakarunum. Eitt nú bleiv Símun Petur Zachariasen kolldømdur í 50 metur bringusvimjing, tá hann annars lá til eitt heiðursmerki. Símun Petur nýtti bert ta einu hondina í vendingini, tá hann skuldi nýta báðar. Eisini varð John Joensen kolldømdur í 800 metur renning.

Fyrsu ferð
Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt ferðalag er við í teimum olympisku leikunum fyri menningartarnað. Føroyingar hava áður verið við í líknandi evropeiskum leikum, men teir leikirnir vóru ikki nær námind so umfatandi sum hesir.
Hetta var ellintu ferð, at leikirnir vóru hildnir, men hetta var fyrstu ferð, at leikirnir vóru uttanfyri USA.
Leikirnir vórðu settir leygardagin 21. juni í Croke Park, har umleið 80.000 fólk vóru komin saman. Til hetta høvið spældi navnframa írska orkestrið U2 við sangaranum Bono á odda. Eisini vóru onnur kend andlit so sum Nelson Mandela og Arnold Swarzenegger til setanina. Hetta er størsta tiltak innan ítróttarheimin yvirhøvur í 2003, og tað størsta ítróttarliga tiltakið í Írlandi nakrantíð.
Næstu leikirnir vera um fýra ár, og tá gongur leiðin til Shanghai.
? Eg haldi, at vit mugu seta nøsina upp eftir at fáa eitt føroyskt ferðalag avstað til teir leikirnar eisini, sigur Elna Skylv Hansen, ið var við í Dublin sum leiðari. Hon starvast til dagligt sum ítróttaráðgevi hjá ÍSB, og hon er sera væl nøgd við ta føroysku luttøkuna annars.

Nógv fyrireiking
Føroyska ferðalagið hevur fyrireikað seg í longri tíð, og longu í oktober varð bruttohópurin úttikin, tá fyrireikararnir av leikunum skuldu hava nøvnini á luttakarunum.
Krøv verða eisini setti til luttakararnar, og tíðirnar frá seinasta kappingarári verða nýttar sum grundarlag undir tilmeldingini. Luttakararnir verða fyrst býttir upp eftir aldri og kyni.
Síðani verður skipað fyri innleiðandi umførum í teimum ymsu greinunum, soleiðis at luttakararnir kunnu bólkast eftir styrki. Hetta verður gjørt so at luttakararnir koma at kappast ímóti sínum javnlíkum.
Venjarar á ferðini vóru Tóra Hansen í svimjing, Ingálvur Gunnarson í boccia, Hans P. Jacobsen í borðtennis og Sonni Djurhuus í frælsum ítrótti. Leiðari á ferðini var Elna Skylv Hansen, og varaleiðari var Maibritt Djurhuus.
Høvuðsstuðul hjá ÍSB er Tryggingarfelagið LÍV, og til hetta serstaka høvið hevði ÍSB eisini fingið stuðul frá Skemmuni og øðrum fyritøkum.