Í hesum døgum eru fýra føroyskir svimjarar í Melbourne í Avstralia, har teir taka lut í HM-kappingini í svimjing. Teir fýra føroyingarnir eru Pál Joensen úr Vágs Svimjifelag, Mona Simonsen og Jutta Thomsen úr Tvøroyar Svimjifelag og Kristian Olsen úr Ægir. Landsliðsvenjarin, Jón Bjarnason, og Palli Ziskason, formaður í Svimjisambandinum, eru eisini við í ferðalagnum.
Tríggir av teimum føroysku svimjarunum hava longu verið í onkrari kapping, og úrslitini hava verið avbera góð.
Pál setti nýtt met
Sunnunáttina skuldu føroyingarnir so í hylin fyri fyrstu ferð í kappingini, og tann fyrsti, sum slapp framat, var Pál Joensen úr Vágs svimjifelag, sum skuldi royna seg í 400 m frí.
Pál svam í triðja riðli, og hann legði seg á odda mest sum alt fyri eitt. Hesa leiðslu helt hann at kalla allan vegin, men tá svimjararnir vendu fyri seinastu ferð, hevði ein av hinum svimjarunum lagt seg eitt vet fram um Pál. Pál var tó nógv sterkari í endaspurtinum og vann eisini trygt.
Tíðin hjá unga vágbinginum var somikið góð, at hann setti nýtt føroyskt met, og samanlagt endaði hann á einum 52. plássi av fleiri enn 70 svimjarum.
Seinni sunnunáttina vóru eisini Mona Simonsen og Jutta Thomsen í hylinum. Tær skuldu eisini luttaka í 400 m frí. Tær báðar tvøragenturnar vóru endaðar í sama riðli, og her gjørdu tær veruliga bart. Mona vann teirra riðil, og á øðrum plássi kom Jutta á mál. Samanlagt endaðu tær á ávikavist 46. og 49. plássi av 66 luttakarum.
Í nátt, mánanáttina, luttøk Pál Joensen í kappingini 200 m frí. Her endaði hann á einum fjórða plássi í riðli 5 við tíðini 1.59.82. Við hesi tíðini endaði hann á einum 86. plássi av 199 luttakarum.
Skal royna seg ímóti Hatchett
Komandi nátt fær Pál Joensen harða kapping, tá hann skal royna seg á 800 metrum. Her er hann endaður í riðli tvey, og ein av hansara mótstøðumonnum verður amerikumaðurin, Grant Hatchett, sum eigur heimsmeti á hesum teininum. Hetta setti hann í Avstralia fyri tveimum árum síðani.
Á seinastu olympisku leikunum royndi Grant Hatchett at sláa legendariska metið hjá Mark Spitz fyri mest vunnin gullheiðursmerki á einari olympiadu. Mark Spitz vann heili sjey gullheiðursmerki á Olympiaduni í München í 1972, og undan seinastu olympiaduni boðaði Hatchett frá, at hann ætlaði at sláa metið. Hatchett gjørdist tó ov stuttur, men einki er at ivast í, at hann er millum heimsins sterkastu svimjarar.
Hevur gingið væl
Palli Ziskason, formaður í svimjisambandinum, er við ferðalagnum í Melbourne, og hann var ótrúliga bergtikin av sjálvum tiltakinum. Í samrøðu við útvarpið í gjár segði hann eisini, at teir vóru væl nøgdir við føroysku svimjararnar.
- Eg haldi, at okkara svimjarar hava klárað tað betri enn væntað. Her eru 14.000 áskoðarar hvønn dag, og hetta er ein stór roynd hjá svimjarunum. Man kundi hugsað, at teir nervaðust av stóru fjøldini, men tað eru teir slett ikki. Teir hava klárað tað fram úr.
- Annars kann sigast, at hetta er eitt stórsligið tiltak, og umstøðurnar eru heilt ótrúliga góðar, segði Palli Ziskason við útvarpið í gjárkvøldið.










