Góð ársbyrjan...og tó

Løgreglan hevði millum lítið og einki at takast við ársins fyrsta vikuskiftið Stak friðarligt. Soleiðis lýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn vikuskiftið. Ársins fyrsta vikuskiftið spældi soleiðis væl av hjá teimum allar flestu. Í Havn tóku tey ongan fyri rúsdrekkakoyring, eingin brot á politiviðtøkurnar og einki harðskapsmál sum so.

Klokkan nærkaðist seks í morgun, tá løgreglan í Runavík fekk eina fráboðan um, at ein bussur og ein persónbilur høvdu rent saman. Tað var við vegakrossin millum omankoyringina frá Oyndarfirði og vegnum millum Fjarða, at óheppið hendi í hálkuni. Eingi ferðafólk vóru í bussinum, og sambært løgregluni í Eysturoy stóðst eingin persónsskaði av óhappinum.

Í Suðuroynni siga tey somuleiðis, at vikuskiftið var av teimum friðarligu. Tveir mans svóvu rúsin av sær á støðini, men annars hendi ikki so nógv. Inn til í gjárkvøldið, tá ein lastbilur koppaði á keiini á Tvøroyri.

Lastbilurin skuldi lyfta ein trukk úr lastini og hevði sett beinini út í vinstru síðu. Lastbilførarin var tó gáloysin eina lítla løtu, og av onkrari orsøk lyfti hann trukkin út í høgru síðu við tí úrsliti, at lastbilurin koppaði. Tíbetur stóðst eingin persónskaði av óhappinum, og sambært løgregluni í Suðuroy var fekk lastbilurin bert smávegis skaða.