Klaksvíkingurin sigur í telefonini úr Sveis, at eftir hansara tykki var ikki so nógv at gera, tí hollendska liðið var so mikið sterkt.
Nógv rennarí
Rógvi, ið sum vant leikt í vinstra borði á miðvøllinum, sigur: - Eg haldi, at vit kanska kundu staðið eitt sindur longur frammi á vøllinum, tí av tí at vit stóðu so aftarlaga, fingu vit als ikki skapt nakað frammi á vøllinum, tí tað var so langt niðan. Men teir eru øgiliga sterkir, og tí eru vit trýstir. Tað merkti so eisini, at tað hjá okkum gjørdist talan um rættuliga nógv rennarí uttan bólt, og tað merkist í beinunum í dag, sigur Rógvi Jacobsen.
Sjálvur heldur Rógvi Jacobsen, at saknurin var stórur í eitt nú Julian Johnsson og Fróða Benjaminsen á miðvøllinum, men hann sigur tó, at teir nýggju menninir komu stak væl frá uppgávuni.
Klaksvíkingurin í HB sigur eisini, at talan var um eitt stórt upplivilsi at leika móti hollendsku stjørnunum. - Tað eru kend nøvn, ið vit spældu ímóti, og tað er einki at ivast í, at hatta er nógv tað besta liðið, ið eg nakrantíð havi spælt ímóti. Tó haldi eg ikki, at vit vóru so nógv trýstir í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki stóð nógv á, sigur Rógvi Jacobsen, sum heldur dystin verða eina góða roynd undan dystinum móti Fraklandi í heyst.










