Svøríki
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Seinasta leygardag bleiv Gøran Persson tilnevndur heiðursdoktari við lærda hákúlan í býnum Ørebro. Men tilnevningin hevur elvt til nógv kjak, tí leiðslan á lærda háskúlanum dylur ikki fyri, at avgerðin er ætlað sum eitt tøkk afturfyri, at Gøran Persson gjørdi sít til, at fyrverandi háskúlin fekk støðu sum lærdur háskúli í 1999.
Nú hevur formaðurin í svensku muturkanningarnevndini, Claes Beyer, biðið ákæruvaldið kanna, um málið kann roknast sum mutur. Hann vil eisini hava málið fyri dómsvaldið.
? Er hetta ikki mutur, so noyðist eg at broyta mína uppfatan av, hvat mutur er fyri nakað, og so má eg geva mínum viðskiftafólki øðrvísi ráð enn higartil, sigur Claes Beyer við Aftenposten.
Gøran Persson vil ikki gera nakrar viðmerkingar til skuldsetingina um mutur. Hann sigur bert, at hann undrast á tað orðaskiftið, sum hevur tikið seg upp.