Fyrrverandi svenski forsætisráðharrin fær í dag eina norska umhvørvisheiðursløn. Sofie-heiðurslønin verður latin einstaklingi ella felagsskapi, sum virkar fyri betri umhvørvi og fjølbroyttari menning, og í dag verður ársins heiðursløn latin Göran Persson.
Heiðurslønin, sum rithøvundurin Jostein Gaarder og kiona hansara, Siri Dannevig, stovnaðu í 1997, er 569.000 krónur.
Göran Persson fær heiðurslønina fyri sítt arbeiði ímóti veðurlagsbroytingunum. Í hansara stjórnartíð eydnaðist tað at fáa sviar at brúka munandi minni olju enn frammanundan, og stjórn hansara gjørdi eisini nógv fyri at geva fólki aðrar ferðarmøguleikar enn bilin.