Helgi Abrahamsen
Sosialurin skrivar frá landsfundi Miðfloksins, at Karsten Hansen á fundinum greiddi frá fíggjarligu støðu landsins. Hann vísti millum annað á, at hóast landsstýrið fekk 600 mió. krónur frá Føroya Banka, so er landskassaskuldin bara minkað við 200 mió. krónum. Eisini fýltist fyrrverandi tjóðveldismaðurin á, at gjaldførið í Landsbankanum er versnað við 886 mió. krónum.
Sjálvandi skal Karsten Hansen, sum andstøðutingmaður, hava loyvi til at finnast at sitandi landsstýri. Men hann má ikki halda, at tað at skifta flokk, er tað sama sum at gerast leysur av allari ábyrgd úr fortíðini. Eisini má tað vera eitt krav, at tølini sum hann kemur við, hava eitt ella annað við veruleikan at gera.
Farna valskeið
Karsten sat sum fíggjarmálaráðharri árini 1998 til 2003, so hansara fíggjarlógir strektu seg yvir tíðarskeiðið frá 1. januar 1999 til 31. desember 2003.
Tað fyrsta av hesum árunum hevði landskassin 648,2 mió. krónur í avlopi, meðan avlopið tað seinasta árið einans var 22,5 mió. krónur. Afturgongdin var sostatt 625,7 mió. krónur, meðan Karsten sat á kassanum.
Vaknar nú við kaldan dreym
Karsten minkaði blokkstuðulin úr Danmark við 366 mió. krónum árliga, umframt at hann fastfrysti blokkin, og kortini segði hann seg harmast um, at blokkurin ikki minkaði uppaftur meira.
Yvir tvær milliardir hevur hann soleiðis søplað burtur av almennari ogn, og nú vaknar maðurin við kaldan dreym, tí skuldin minkar ov seint, og ov lítið verður spart upp. Men hvat annað hevði hann væntað?
Brúkti skeiv tøl
Umframt at gloyma sína egnu politisku fortíð, so brúkti Karsten Hansen eisini skeiv tøl á landsfundi Miðfloksins.
Sambært heimasíðu Landsbankans minkaði uppsparingin við 327 mió. krónum frá januar til desember 2006, meðan langfreistaða skuldin minkaði við 901 mió. krónum. Vit tosa sostatt um ein mun á 574 mió. krónur tann rætta vegin. (Tølini hjá Karsteni siga 686 mió. krónur tann skeiva vegin – altso skjýtur hann heilar 1.260 mió. krónur við síðuna av). Sambært heimasíðuni hjá Gjaldstovuni var vinningsbýtið frá Føroya Banka 535 mió. krónur, meðan Karsten sigur 600 mió.
Míni ráð til Karsten Hansen skulu tí vera:
Gloym ikki tína fortíð
Les tølini rætt