Áhugin at taka skeljar úr firðum og sundum til matna hevur verið vaksandi seinastu árini. Og tí sambandi er tað neyðugt at hava kunnleika til møguligar vandar, tá fólk sjálvi taka skeljar.
Soleiðis skrivar heilsufrøðisliga Starvsstovan á hfs.fo.
Her eru serliga tvey viðurskifti, ið gera seg galdandi, nevniliga at ymisk vandamikil algueiturevni kunnu upphópast í skeljunum, og eisini at skeljar eru støðufastar, og tí verða ávirkaðar av mikrobiologisku sjógvgóðskuni á staðnum. Liggur øðan ella kræklingurin tætt við eitt kloakkútlát ella aðra dálkingakeldu, verður skelin (maturin) ávirkað av hesum og upptekur sjúkuelvandi bakteriur og virus. Tá hugt verður at algueiturevni og mikrobiologiskari góðsku í tvískeljum, er vert at hava í huga, at ein vanligur kræklingur sílar 100-200 L av sjógvi hvørt samdøgur.
Góð ráð til borgarin, ið sjálvur tekur skeljar til matna er
at taka skeljar langt burturfrá bygdum øki, kloakk og øðrum dálkingarkeldum
at taka skeljar um veturin, tá gróðurin í sjónum er lágur og vandin við algueiturevnum er minnið
Fleiri góð ráð eru á heimasíðuni www.hfs.fo og hjá danska matvørumyndugleikanum á hesi slóð; https://www.foedevarestyrelsen.dk/Sider/forside.aspx











