Gøtumenn vunnu ein kærkomnan 2-0 sigur á grannunum úr Runavík, og við hesum sigrinum hava teir tikið eitt stórt fet burturfrá niðurflytingarvandanum, sum teir annars hava verið í.
GÍ royndi fyrst og fremst at halda málið reint, og síðani síggja um tað bar til at skapa nakað frameftir vøllinum. Hetta vísti seg at verða eitt klókt útspæl, tí alt gekk sum fótur í hosu hjá gøtumonnum. Hóast NSÍ hevði bóltin meira, var tað GÍ, sum skeyt málini í dystinum, og tað var eisini teirra ætlan.
Fyrra málið kom, eftir at 25 minuttir vórðu farnir. Eftir eitt GÍ álop í NSÍ brotsteiginum, støkk bólturin útfrá til Bárð Heinason, sum við einum langskoti úr 25-metra fjarstøðu sendi bóltin í netið og legði harvið útiliðið framum 1-0. Hetta var eisini støðan eftir fyrra umfar.
Einar fimm minuttir inn í seinna hálvleik fekk GÍ sítt seinna mál. Tað var Jan Skoradal, sum setti eitt brotsspark í málið. Magni Jakobsen rak fleiri NSÍarar av, og komin inn í brotsteigin, varð hann feldur, tá ein verjuspælari var ov seinur at seta takklingina inn. 2-0 til GÍ var eisini endaliga úrslitið, sum GÍ kempaði seg fram til.
Eftir hetta royndi NSÍ av øllum alvi at leggja trýst á GÍ málið, men tað eydnaðist bara ta einu ferðina at skapa ein opnan møguleika. Málverjin hjá gøtumonnum bjargaði tó, tá ein NSÍari kom at standa púra fríur frammanfyri málinum.
NSÍ misti við hesum tapinum ein góðan møguleika at nærka seg ÍF, sum er á triðja plássi, og harvið er møguleikin fyri einum heiðursmerki nú eisini minni. Hetta var eisini annað tapið á rað hjá NSÍ. Næsta vikuskiftið skal NSÍ royna seg móti B36 í Havn, og um NSÍ vinnur tann dystin, so er enn møguleiki fyri at ogna sær eitt bronsumerki. Tað verður tó torført, tí tað vísir seg ikki at verða lætt at vinna á B36 í Gundadali, har havnarliðið enn ikki hevur tapt nakran dyst.
GÍ hevur vitjan av Royn næsta vikuskiftið, og um trý stig verða fingin til høldar tá, so er lítil vandi fyri niðurflyting.
NSÍ-GÍ 0-2 (0-1)
0-1: Bárður Heinason
0-2: Jan Skoradal