? Í hvørjum einstøkum førum má veðrið takast til eftirtektar og vurderast. Er nógvur vindur, latið so vera við at festa í smáu bálini, serliga um tey eru í bygdum økið. Tað er so ógvuliga skjótt at neistar fúka, og gera stóran skaða. Orðatakið um at »lítil neisti gevur stóran eld« kemur ikki av ongum!
Brennið bert reinan við (træ) og slíkt, sum brennur væl. Ikki dunkar, dekk, olju og tílíkt, ið gevur nógvan og skaðiligan royk.
? Ein kontaktpersónur skal vera, sum hevur ábyrgd av bálunum, sum verða kynd. Sami persónur eigur eisini at hava ábyrgina av, at økið verður ruddað aftur, skjótast gjørligt.
Nýtið verjubrillur, tá ið fýrverk verður skotið. Gevið altíð børunum brillur!
Fýrverk má undir ongum umstøðum haldast í hondini, tá ? og eftir at, fest verður í. Best er at gera ein rørenda fastan í jørðina, sum ongan møguleika hevur at koppa. Fløskur verða viðhvørt settar á vegin at skjóta fýrverk úr, men hetta kann undir ongum umstøðum viðmælast. Skjótt er til, at fløskurnar koppa, og at fýrverkið tí verður skotið beint út ímillum fólk.
Nýtið ikki gamalt fýrverk.
? Lesið ávaringarnar, sum eru skrivaðar á fýrverkspakkarnar. Tær er ikki skrivaðar til stuttleika.










