Allur matur, sum tú keypir og ger, eigur at fara í munnin og ikki í ruskílatið.
Her kunnu nevnast trý støð, har nakað kann gerast:
Í handlinum: Keyp ikki meira, enn tær tørvar.
Í køkinum: Ger ikki størri nøgd av mati, enn tit eta.
Eftir máltíðina: Er avlop, koyr tað so í frystiboksina ella í kuldaskápið til at eta dagin eftir. Tað kann eisini nýtast sum viðskeri.
• Ven teg at keypa mat eftir tørvi, áðrenn tú fert til handil.
• Hav altíð keypiseðil við til handils og fyrireika teg, hvat tú skalt keypa.
• Brúka høvdið og ikki búkin, tá ið tú fert til handils.
• Áðrenn tú smeltar fyri einum góðum tilboði, ger tær greitt, um tað verður etið.
• Í handlinum: Skalt tú eta matin sama dag, kanst tú tað sama keypa mat, sum er næst seinasta søludegi.
• Í køkinum eigur tú at hugsa teg væl um – áðrenn tú fert at gera mat. Hugsa um, hvussu nógv hvør í húshaldinum etur, ikki minst tá ið tað kemur til spaghetti, rís, epli og annað.
• Hevur tú keypt ov stórar nøgdir av kjøti, breyði og øðrum, kanst tú frysta ein part.
• Tað ræður um sum skjótast at koyra avlop í frystiboksina ella í kuldaskápið. Skilagott er at seta merkiseðil við degi og innihaldi á tað, sum fryst verður.
• Hugsa um, hvussu avlopið kann brúkast.
• Ger mat til fleiri dagar – døgurðaavlop kann etast aftur við breyði dagin eftir.
• Legg matarætlan.
• Sker innpakkingina upp fyri at fáa allan matvøruna úr.
• Goym matin rætt.
• Halt skil á í kuldaskápinum: tær elstu matvørurnar skulu standa fremst.
• Til ein døgurða ella eina buffét: Set ikki allan matin fram í senn. Maturin heldur sær betur og longur í kuldaskápinum. Tað er til dømis óneyðugt at seta ein heilan ost á borðið, um nóg mikið er við einum hálvum. Hin helvtin kann koma á borðið seinni.
Kelda: Stopspildafmad.dk