Góð ráð frá Holger Arnbjerg

Góð ráð frá Holger Arnbjerg í samband við lesnað uttanlands:


  • Byrja fyrireikingarnar í góðari tíð.

  • Hugsa teg væl um, um hetta veruliga er tað rætta fyri teg.

  • Próvtøkur, viðmæli og onnur skjøl mugu vera í lagi.

  • Legg eina fíggjarætlan.

  • Hugsa um bústaðarviðurskifti.

  • Hugsa um málsliguviðurskiftini.

  • Minst til at lýða umsóknarfreistirnar.

  • Veit tær hjálp og stuðul á leiðini.

  • Fá avtalur og váttanir skrivliga.

  • Skriva niður adressur og persónar, tú hevur verið í samband við.


--
Kanna hetta, áðtenn tú velur tær útbúgving:


  • Hvat er endamálið við útbúgvingini?

  • Kann útbúgvingin brúkast til tað, tú ætlar tær?

  • Hvørjir eginleikar og hvørjar fortreytir krevjast?

  • Kanst tú gera lesnaðin lidnan á fleiri stigum?

  • Hvørjar møguleikar hevur tú til eftirútbúgving?

  • Hvørjir frálæruhættir verða nýttir?

  • Hvussu eru próvtøkurnar skipaðar?

  • Eru lesandi sett í starv at hjálpa og vegleiða frá lestrarbyrjan ella í gjøgnum alt tíðarskeiðið?

  • Verða lesibólkar, lestrarferðir og verkætlanir nýttar?

  • Hvørji eru krøvini til upptøku?