G-punktið finst ikki

Heldur ikki bretskir granskarar hava funnið tað nógv umrødda g-punktið. Nú hava bretskir granskarar gjørt eina roynt í at finna tað nógv umrødda G-punktið. Men teir eru komnir fram til, at G-punktið helst er eitt subjektivt hugskot.

Tað er í King?s College í London, at granskarar hava leitað eftir tí, sum sigst verða eitt serstakliga eymt punkt hjá kvinnum, sum nakrar siga seg hava, meðan aðrar ikki kennast við hetta punktið. Umleið 1800 bretskar kvinnur millum 23 og 83 hava luttikið í kanningini.

 

Kannað tvíburar

Luttakararnir í kanningini eru tvíburar, tí sambært granskarunum, so eiga báðar kvinnur at hava tað sokallaða G-punktið, um onnur teirra sigur seg hava tað.

Men eitt slíkt mynstur er ikki komið til sjóndar undir kanningunum.

 

-Kvinnur kunnu siga seg hava funnið G-punktið orsakað av venjing ella røttum mati, men í veruleikanum hevur tað verið nærum ógjørligt at finna felagstrekk millum hesi, sigur Tim Spector við The Times.

 

-Hetta er mest umfatandi kanningini av G-punktinum nakrantíð, og hon staðfestir, at G-punktið er subjektivt, sigur Spector, sum er leiðandi granskari.