GÍ í Póllandi eftir verjuspælara

Men gøtumenn vilja við egnum eygum síggja, um dugur er í honum, áðrenn teir skriva undir sáttmála við 36 ára gamla Robert Rzeczycki

GÍ FYRIREIKINGAR

 
Tá ið Atlantsflog í øllum illveðrinum mikukvøldið kom úr Danmark, vóru umboð fyri GÍ á flogvøllinum. Ørindini vóru at taka ímóti einum pólverskum verjuspælara. Hann eitur Robert Rzeczycki. Hann er 184 cm høgur, og 26. februar verður hann 36. Íalt er hann skrásettur at hava spælt 54 dystir og at hava skorað trý mál í bestu deildini í Póllandi. Seinastu fimm árini hevur hann ikki spælt í bestu deildini, men tað verður roknað við, at hóast hann tey seinastu árini hevur spælt í næstbestu deildini, so er hann nóg góður at hjálpa GÍ í 1. deild.
                      - Vit hava ikki skrivað sáttmála við Robert. Royndirnar hava lært okkum, at tað er best bæði fyri okkum og spælararnar, at teir koma higar at venja, og at vit so taka støðu til, um talan skal gerast um samstarv, ella um tað er best, at spælarin fer til hús aftur.
                      Hetta sigur Brandur Jacobsen. Hann er næstformaður í GÍ, og tað er hann, sum vegna felagið hevur havt við nýggja mannin at gera. Í Gøtu er ein Kofoed næstan vorðið eitt hugtak, sum minnir á, at tað ikki altíð hevur roynst so væl, tá ið teir hava fingið fremmandar spælarar henda vegin. Hugtakið minnir á, tá ið teir fingu grønlandskan landsliðsspælara, sum er ættaður av Bornholm, og sum spældi í FCK, henda vegin fyri tveimum árum síðani. Tað royndist ikki væl, og eingin í Gøtu er áhugaður í, at talan skal verða um endurtøku av tí royndini.
                      Akkurát nær støða fer at verða tikin til, um GÍ og Robert Rzeczycki skulu samstarva í ár, er ikki greitt enn, men tað verður heilt skjótt.
 
Umstøðurnar stóran týdning
Tað er GÍ venjarin, Krzystof Popczynski, sum hevur fingið samband við nýggja verjuspælaran. Popczynski hevur støðugt fingurin á pólverska fótbóltspulsinum, og tað eru sambært Brandi Jacobsen fleiri pólverjar, sum hava áhuga í at koma henda vegin. Men tað er verri enn so altíð, at teir verða mettir at vera upplagdir styrkir til GÍ liðið.
                      -Í fjør høvdu vit Adam Pauluzek úr Póllandi at hjálpa okkum seinna partin av kappingini. Hann spældi við, men vit hava ikki mett, at hann er upplagdur styrkur, sammett við okkara egnu. Hóast Adam hevur verið áhugaður í at koma aftur til Gøtu, so hava vit ? í hvussu so er í fyrsta umfari ? gjørt av ikki at skriva undir sáttmála við hann, sigur Brandur Jacobsen.
                      Popczynski hevur mett, at nýggi maðurin eigur at vera upplagdur styrkur hjá GÍ, sum síðani síðsta kappingarár hevur mist verjuspælaran Poul Ennigarð. Sambært Brand Jacobsen telur tað eisini við, at tað verður roknað við, at nýggi maðurin er kendur við umstøður av sama slagi, sum tær eru í Gøtu.
                      - Tað er stórur munur á at fáa ein spælara til Gøtu, sum er uppvaksin í og bara hevur búð í einum stórbýi, og so at fáa ein, sum er kendur við umstøðurnar, soleiðis sum tær eru á smáum plássum og harvið minna meiri um bygdalívið, sum tað eitt nú er í Gøtu. Popczynski hevur mett, at landsmaðurin hjá honum, sum mikukvøldið kom henda vegin, eigur at vera væl skikkaður til Gøtu og GÍ. Men nú fáa vit at síggja.
                      GÍ skal spæla fyrstu týdningarmiklu uppgerðina 20. mars. Tá skulu teir í kappingini um Løgmanssteypið hitta vinnaran av AB-LÍF. Vinnarin 20. mars skal spæla móti vinnaranum millum Skála-B36.
                      Hava tit nú fingið tað fólkið, sum skal mynda liðið í ár?
                      - Vit halda okkum vera væl fyri í øllum ketunum. Men um tað seinni vísir seg, at tað hevði verið kærkomið við styrki onkra staðni, so skal eg ikki útiloka, at vit fáa ein spælara afturat. Vit hyggja okkum um, men í løtuni hava vit ongar ætlanir um at fáa fleiri spælarar, sigur Brandur Jacobsen.