Síðstu árini hava festivalarnir í Føroyum verið stak óhepnir við veðrinum. Ikki minst í fjør tá Travis á G! festivalinum sungu 'Why does it always rain on me' í oysandi regni.
Inntil víðari hevur G! festivalurin tó havt gott føroyskt summarveður, har tað er turt og so at siga stilli. Haraftrat er tað lýtt í veðrinum.
Veðurforsøgnirnar siga, at veðrið fer at halda sær í allan dag. Verri eru vánirnar í morgin, tá tað mest sannlíkt fer at regna. Ynskir man sær ikki krím, tá vikuskiftið er av, er eitt gott ráð kanska at hava regnklæðini og gummistilvarnar klár í fall.